Magni Christiansen er í hesum døgum á konsertferð runt landið, í samband við nýggju útgávuna hjá honum “I´m just me”.
Mikukvøldið 29. november steðgar hann á á Strondum og hevur útgávukonsert í bygdahúsinum kl. 20.
Konsertin er ókeypis, og møguligt verður at keypa nýggjastu fløguna, aðrar eldri fløgur og ymiskt annað.