Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2023 11:50

Vaðhorn: Svágrarnir dríva virkið

Myndir: Eysturoyarportalurin

29. apríl í ár hevði Vaðhorn 50 ára stovningardag. Tey allarflesti góvu sær nokk ikki fær um hendan dagin. Ein fyritøka, sum var upprunaliga heimahoyrandi á Eiði, men seinastu árini hevur havt bústað á Hulki á Strondum.  

Í gjár, tá Eysturoyarportalurin var á vitjan, kagaði sólin fram og hitaði hon sera væl, hóast enn er nakað kalt í veðrinum. Tá trinið var inn í høvuðsbyggningin hjá Vaðhorn, sást beinanvegin, at inngongdin, skiftirúmini og kantina eru øll dagførd og umvæld, og eru viðurskiftini hjá arbeiðsfólkunum sera fjálg og góð.

Tað eru svágrarnir, Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen, sum saman eiga og reka virkið. Beinavegin tá vit trína inná gólvið, verður ein speiks viðmerking send okkum úr einum hornið á skrivstovuni. –Hvat gera tit her? Tað er stjórin sjálvur, sum við sínum eyðkenda og speiskliga sinnað bjóðar okkum vælkomnar.

Jógvan Gregersen er gøtumaður og kendur m.a. sum fyrrverandi borgarstjóri í Gøtu kommunu, meðan Jens Martin knudsen er úr Runavík, og er mest kendur sum málmaðurin við topphúgvuni, og sum leikti 65 altjóða A-landsdystir fyri Føroyar.

Ikki meira enn sett okkum niður, so fellir prátið beinanvegin inná fótbólt. Báðir eru teir fótbóltsmenn um ein háls. Og eigar teir eisini synir sum spæla fótbólt.

Men tá práta hevur gingið eina góða løtu, so vil Jens Martin fegin vísa okkum runt á virkinum.

Tit mugu í nethúgvu, ljósanbláan jakka og tuflir, um tit skulu inn á sjálvt virkið. Annars sleppa tit ikki inn!, heldur Jens Martin heldur speiksliga fyri.

Byrja verður í endanum av byggninginum, í suður endanum, har ráfiskurin verður tikin inn á virkið. Sum oftast, er tað frystur fiskur, sum verður keyptur. Síðani verður fiskurin tinaður, og síðani koyrdur inn á virkið, har hann verður flaktur, síðani lakaður, saltaður og at endan pakkaður. Aftaná er hann so klárur at verða sendur til kundan uttanlands. Sjálv tilgongdin, frá tí fiskurin er keyptur, til hann liggur hjá kundanum tekur nakrar vikur.

Vaðhorn er eitt virkið sum framleiðir saltan fisk í úr frystari rávøru. Tað er mest toskur, longa og brosma sum arbeitt verður við. Høvuðsmarknaðirnir sum selt verður til eru Italia, Spania og Grikkaland.

Á virkinum arbeiða í dag áleið 85 fólk. Arbeiðsfólkið kemur frá nógvum ymiskum londum, alt frá Palestina til Russland og frá Senegal til Tunesien. Í alt eru 21 tjóðskapir, sum arbeiða á virkinum hvønn dag.

Eitt sum Vaðhorn ger nógv burturúr er starvsfólkatrivnað. Tí verður javnan skipað fyri matgerð frá teimum ymisku londunum, har borðreitt verða rættir frá teimum ymisku londunum. –Hetta er nakað, sum øll halda verða spennandi og forkunnugt at royna, sigur Jens Martin.

Rundferðin er komin at enda og Jens Martin og Jógvan skulu aftur til arbeiðis. Eysturoyarportalurin takka fyri blíðskapin og rundferðina, men beint sum leiðin gongur avstað í bilin, letur í Jens Martin: – altíð vælkominir aftur!

Í 2003 bleiv Vaðhorn viðurkent fyri tað tað góða arbeiði og fekk virðislønina, “Ársins virki”.