Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2023 21:52

Væl umtókti mótahandilin Shop-In á Glyvrum fingið nýggjar eigarar

Eigaraskiftið í Shop-In. Alexandra Østerø Kjeld, Annika Weihe Gregersen, Paulina Kjeld (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Hetta gjørdist greitt í dag, tá ið tað kom alment fram, at eigarskiftið hevur verið á Glyvravegi 17, har klædnahandilin Shop-In heldur til. 

Ímyndin av klædnahandilinum Shop-In á Glyvrum, Annika Weihe Gregersen, hevur í dag selt handilin og handað nýggju eigarunum lyklarnar. 

Nýggju eigararnir eru svigarinnurnar, Paulina Kjeld og Alexandra Østerø Kjeld.

Annika Weihe Gregersen hevur starvast í Shop-In síðani 1. februar 1994, tá ið mamma hennara keypti handilin. Men tey seinastu 15 árini hevur hon sjálv staðið fyri handilinum. Sostatt hevur hon nærum rikið handilin Shop-In í samfull 30 ár.

Men í dag hevur hon so valt at lata stafettina víðari til yngru kreftirnar, sum hon málber seg. Tá ið Annika hevur snarað lyklinum um fyri seinastu ferð leygardagin 30. desembur, fer hon fyrst at taka sær av løttum. Hon gleðir seg nógv til at gerast omma fyri fyrstu ferð í mars, sum uttan iva fer at fylla sera nógv, sigur hon.

Nýggju eigararnir koma at byrja mest sum beinanvegin. Yvirtøkudagurin er settur til at vera tann 1. januar.