Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2024 12:27

Vælkomin á mentanardagar í Sunda kommunu 13. – 22. septembur 2024

Sunda Kommuna

Um bert fáar dagar byrja mentanardagarnir í Sunda kommunu 2024.

Í døgunum 13. – 22. septembur verða mentanardagar í Sunda kommunu, og nógv spennandi stendur á skrá aftur í ár! Hetta verða nakrir dagar fyri bæði stór og smá, við millum annað setan, felags morgunmati, gyklaranum Rógva Dam, vatnkríggi, mála leir, kondibingo, bátatúri, sangframførðslum, fjallatúri, kelvarenning, kondibingo, fyrilestrum, skótahugna, kassabilakapping og nógvum nógvum øðrum góðum upplivingum! Tað er tykkum borgarum at takka, at skráin er so rúgvusmikil og fjølbroytt, og tað skulu tit hava stóra takk fyri. 

Faldarin til mentanardagarnar varð borðin út í øll hús í vikuskiftinum. Hyggi í postkassan. Ynskja tit ein eyka faldarar eru tit vælkomin á kommunuskrivstovuna eftir einum. Skráin kann eisini síggjast her 

Góðar mentanardagar øll somul! Vit síggjast

Spjaldur