Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2024 07:19

Valfundur á Svangaskarði – 2. partur

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Av tí at eg, tíverri, ikki fái verið við til valfundin á Svangaskarði í kvøld, havi eg her gjørt eitt uppslag, har eg svari upp á tað sama, sum tey, ið eru møtt, verða spurd um.

Býurin – miðsaðarøki

Eitt miðstaðarøki er nokkso tengt at einari langtíðarætlan, tá tað kemur til staðsetan, og skal ikki bara vera hvar sum helst. Tað kundi sjálvandi verið í Oyrunum, um man fekk gongd á bygging uttanfyri bátahylarnar, og harvið skapti lívd til uppihaldsøki. Hinvegin kann man ikki síggja burtur frá, at elsti partur av Toftum eisini er veðurbesta økið, og har á leið eru fleiri møguleikar at leggja eitt savnandi miðstaðarøki.

Eitt miðstaðarøki skal sjálvandi eisini hava bestu møguleikar til at hugna um við at planta trø og annan vøkstur.

Øll tosa um at planta, men vit skulu ikki tosa um at planta – vit skulu planta.

Býurin – bussleiðin

Tað hevur verið tosað og skrivað um bussleið, aftaná KVF-kanningina herfyri, og hetta hevur vist verið roynt fyrr.

Tað er langt av Líðarenda inn á Høganes, og inn í Rók, og vit hava ein ávísan tørv, vegna samstarvið, javnan at sleppa inn til Saltangará.

Eg haldi avgjørt, at tað er vert at hyggja upp á hendan møguleikan, og samstundis forvitnast hjá SSL, um tað er nakað, ið møguliga kann gerast í samráð við SSL.

Býurin – vatnið

Vatnið hevur verið eitt stórt evni í kommununi seinastu árini. Hetta hevur man langt um leingi tikið hond um, men sum eg skilji, so er man ikki komin heilt á mál, men hetta er ávegis. Hetta vil eg gjarna, verður gjørt til fulnar.

Tí reint, klárt vatn til borgaran er eitt krav, og hetta meti eg, er møguligt at kunna veita.

Børn og ung – barnafrádrátturin og ansingargjald

Skynsom fíggjarstýring eigur at verða grundarlagið undir øllum slíkum reguleringum, ið verða framdar. Í tann mun tað er gjørligt, haldi eg, vit skulu hava ein kappingarføran barnafrádrátt og ansingargjald.

Vit eiga at lætta um hjá ungum barnafamiljum, tí tað kann vera sera tungt at hava fleiri smá børn, samstundis sum man skal seta búgv.

Man skal tó hava í huga, tá man fremur hesi inntriv, at fara hóvligt fram. Tá man lættir um hjá einum bólki av borgarum, tyngist sjálvsagt hjá øðrum, eisini teimum, ið júst eru liðug við at vera ungir forsyrgjarar, við nýggjum bústaði.

Børn og ung – matarskipan

Tað er nógv, ið rørir seg í løtuni, um alt landið, tá tað kemur til matarskipanir, bæði til skúlarnar, barnaansingarstovnar og aðrar stovnar, ið umfata nógv fólk.

Eg haldi, at tað er umráðandi, at øll ikki fara at leypa á leistum nú og gera sín egna stórkøk, til relativt smá øki, tí hetta fer at detta niðurfyri hjá teimum flestu, vegna eitt nú mangul upp á starvsfólk.

Heldur eigur man at sláa seg saman í so stórar eindir sum gjørligt, soleiðis at hetta verður so effektivt sum gjørligt. Tað er jú tað, sum matarskipanin skal snúgva seg um, at øll foreldur ikki skulu standa og gera matpakkar hvør sær, men at hetta verður miðsavnað. Tá eiga vit at hava eindirnar so stórar sum gjørligt. Eisini skal ein matarskipan snúgva seg um at kunna veita sunnan og dygdargóðan mat, til ein sámligan prís.

Eg havi sæð fyri mær, at Toftir t.d. kundi verið partur av einari matarskipan í Tórshavn, Runavík, ella Eysturkommunu.

Hilbert Kári í Grógv