Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.04.2023 12:50

“Vár-fjós 2023” – hugnaligur dagur í Lamba (Myndir)

Myndir: Sleipnir ríðingarfelag

Í gjár bjóðaði Sleipnir ríðingarfelagið til ein hugnaligan seinnapart í Lamba, eisini kallað “Vár-fjós 2023”.

Nógv ymiskt spennandi var á skránni so sum; ponyríðing, strigling, skógving og fyrilestur um hvussu rossið lærir. Eisini var møguleiki at síggja hópin av djórum so sum: íslandsross, føroyskt ross, shetlandspony, kaninir, geitir, marsvín, hønur, dunnur og seyð.

Fyrireikarnir vóru sera væl nøgd við tiltakið og ein serstakliga góðan seinnapart og takkar teimum mongu vitjandi, sum ymsastaðni úr landinum funnu leiðina allanvegin til Lamba.

Sí myndir frá degnum.