Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2025 09:20

Várdagar í Nes kommunu halda fram í dag

Hugnaløta í dag kl. 17.00, tá ið Signar í Homrun syngur á Neshamri

Várdagar í Nes kommunu byrjaðu síðsta leygardag og halda fram til fríggjadagin 2. mai.

Í dag, týsdagin 29. apríl, verður byrja kl. 17.00. Tá verður søguløta fyri børn á bókasavninum í Tofta skúla. Tað verður Jonna Poulsen, sum fer at lesa søgu.

Kl. 17.30 fer Signar í Homrun at syngja niðri á Neshamri. Aftaná verður boðið til nátturða í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni.

Miðnámsskúlanæmingar úr Nes kommunu fara at hava konsert í Tofta skúla kl. 20.00. Har ókeypis kaffi og kaka verður at fáa.

Eisini er mannfólkakvøld á Svangaskaði, sum eisini byrjar kl. 20.00.

Sí alla skránna til Várdagar í Nes kommunu her