Mynd: Nes kommuna
Mikudagin 3. mai verður skipað fyri altjóða tiltaki og integratiónsgudstænastu í Fríðrikskirkjuni. Tað eru Nes kommuna og Marjun Lómaklett sum standa fyri løtunum.
Byrjað verður kl. 17.00 við forkkunnugari løtu í kirkjukjallaranum, har høvi verður at royna mat frá ymiskum matmentanum eins og kommunan bjóðar ábit.
Kl. 19.00 kallar kirkjuklokkan til integratiónsgudstænastu. Hetta er eyðvitað gudstænasta, ið er ætlað øllum. Prædikan verður á enskum, men ein samandráttur verður gjørdur á føroyskum.
Marjun Lómaklett hevur undanfarnu tvey árini virkað sum integratiónsprestur.
