Týskvøldið 16.maj var árliga várkonsertin hjá Stranda musikkskúla í Borgini – forhøllini í skúlanum.
Næmingar spældu floytu, slagverk, guittar, horn, klaver og klarinett – nakrir einsamallir, aðrir í bólki og uppaftur aðrir saman við sínum lærara. Hetta gjørdi konsertina sera fjølbroytta.
Musikkskúlin hevur tvær konsertir hvørt ár – eina undan jólum og eina í maj. Stuttligt er at síggja broytigina og menningina, sum næmingarnir fara ígjøgnum. Spennandi verður eisini at fylgja teimum frameftir.
Hesar myndirnar eru frá konsertini.





















