Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 5 til 8 stig. Seint í kvøld lækkar hann niður í útsynning, tað verður samdrigið og út á náttina regn. Hitin 3 til 6 stig. Leygardag fyrrapart frískur vindur upp í hvassan vind sunnan ella av útsynningi, 10 til 15 m/s, fyrst framvegis samdrigið og regn, men sum frá líður ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.