Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lot til frískt lot norðan ella av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s. Yvirhøvur turt og smáskýggjað, tó okkurt kavaælið viðhvørt. Í kvøld minkar hann vindin niður í lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Leygardag fyrrapart frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, ið sum frá líður veksur til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Hálvskýggjað og turt, ella kanska driv í støðum. Hitin alt samdøgrið -1 til 4 stig, í kvøld og í nátt niður í -4 stig í støðum.