Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.01.2025 07:36

Veðrið: fríggjadagin 3. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin, skrivað klokkan 06.25 UTC.

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt kavaælið. Sum líður á fyrrapartin minkar vindurin niður í eitt lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Seinnapartin gongur hann vesturum til útnyrðing og minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Í kvøld fer hann at mala úr ymsum ættum, smáskýggjað og einki avfall. Í nátt fer hann eysturum til landnyrðing, hálvskýggjað og okkurt kavaælið. Fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í lot til frísk lot, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum niður í minus 5 stig.