Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.03.2025 08:06

Veðrið: fríggjadagin 7. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til leygadagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Út á dagin minkar vindurin til lítið lot og lækkar niður í útsynning, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað, okkurt ælið, men yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin 3 til 7 stig.

Seinnapartin ella í kvøld gongar hann eysturum til landsynning, framvegis lítð lot, men meira skýggjað og okkurt æli. Hitin 3 til 7 stig, tó í erva niður móti frostmarkinum.

Fyrrapartin í morgin lítið lot eystan. Skýggjað, í støðum møguliga mjørki og ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Sólarris: 07:11 Sólsetur: 18:05