Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, seint seinnapartin minkandi niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Samdrigið og stundum okkurt ælið ella driv, tó stundum eisini sól ella sólglottar, serliga norðanfyri og eystanfyri.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður gongur hann upp í vestan. Skýggjað og stundum regn, fram móti middegi slítur í og sólin sær. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.
Sólarris: 06:20 Sólsetur: 20:37