Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi, skrivað kl 06:25 UTC
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og fyrst yvirhøvur turt, men sum frá líður regn. Í kvøld smáskýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.