Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin veksandi upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, mest vestanfyri. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi ella skrið, 13 til 20 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 11 stig.