Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.02.2025 08:14

Veðrið: hósdagin 20. februar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Sum frálíður frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, stundum upp í hvassan vind 15 m/s, møguleika við grovum ælum. Út á seinnapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, í støðum bert frískt lot, minni enn 8 m/s; skiftandi skýloft og sum frálíður bert okkurt ælið. Í kvøld veksur vindurin upp í frískan vind til strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s; í nátt sunnan, skiftandi skýloft og ælaveður. Fyrrapartin í morgin veksur vindurin líðandi upp í strúk í vindi til skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður ella regn, møguliga við grovum ælum. Hitin millum +5 og +9 stig.