Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sólglottar og ælaveður, í støðum vátaslettingur ella heglingur. Í kvøld og í nátt longri ímillum ælini. Hitin 2 til 6 stig.
Fyrrapartin fríggjadagin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi til hvassan vind, 15 m/s. Hálvskýggjað og turt fyri tað mesta, hitin 4 til 8 stig.