Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2024 07:32

Veðrið: hósdagin 28. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin dregur hann á luftina. Seinnapartin lækkar ættin niður í sunnan, í kvøld yvir í landsynning og í nátt upp í eystan, framvegis samdrigið og í kvøld og í nátt fer at regna. Fríggjamorgun og fyrrapartin fríggjadagin strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, framvegis samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig.