Veðurstova Føroya
Fyrst frískur vindur upp í hvassan vind sunnan ella av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Sum frá líður ælaveður og hann minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Um kvøldið veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s. Skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið 3 til 7 stig.