Veðursova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnudagin kl 12:00.
Lítið lot upp í frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt einstakt vátakava- ella kavaæl. Sum líður út á dagin veksur hann vindin. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Tó, sunnanfyri støkkar hann eitt stutt skifti vesturum til útsynning. Móti kvøldið veksur vindurin til strúkur í vindi upp í skrið, og hann gongur upp í landnyrðing, 13 til 18 m/s, samdrigið og tað fer at regna, í støðum við kava ella vátakava. Út á náttina minkar vindurin og hækkar upp í norðan. Fyrrapartin í morgin lítið lot upp í frískt lot norðan, minni enn 8 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin -2 til +5 stig.
Sólarris: 05:59 Sólsetur: 19:05