Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.01.2025 07:38

Veðrið: mánadagin 13. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.

Minkandi vindur niður í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Seinnapartin gongur hann eitt skifti í sunnan, síðani upp aftur í útsynning. Skýggjað og regn ella ælaveður. Í kvøld skiftandi skýloft og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.