Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.04.2025 08:41

Veðrið: mánadagin 14. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Frískt lot til frískan vind millum landsynning og útsynning, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin skýggjað og tað fer at regna. Út á seinnapartin hálvskýggjað og tað slítur í. Í kvøld dregur á luftina og í nátt fer aftur at regna. Hitin 3 til 8 stig.

Sólarris: 06:07 Sólsetur: 20:48