Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sum spakuliga veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum frostmarkið og 4 stig. Seinnapartin gongur hann upp í útsynning og minkar niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Í kvøld klárnar til eitt skiftandi skýloft við ælaveðri. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan og av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Hitin veksur til millum 5 og 9 stig.