Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2025 07:09

Veðrið: mánadagin 24. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin gongur hann í landnyrðing. Í nátt upp í frískan vind upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Fyrrapartin í morgin minkandi vindur niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 6 til 9 stig; í kvøld og í nátt millum 1 og 5 stig.

Sólarris: 06:16 Sólsetur: 18:51