Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Hvassur vindur ella skrið norðan, 15 til 20 m/s, út á seinnapartin stormur í støðum, 23 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum vátakavi. Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í nátt minkandi niður í frískan vind til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, út á náttina turt fyri tað mesta og klárt í støðum. Týsdag fyrrapart frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og turt ella okkurt kavaælið í støðum. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 stig.