Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.04.2025 07:38

Veðrið: mánadagin 28. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin lækkar í sunnan. Smá- ella hálvskýggjað og í støðum ælaveður. Í nátt hækkar hann aftur í vestan, tað dregur á luftina og tað fer at regna. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn, men fram móti middegi hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 12 stig.

Sólarris: 05:22 Sólsetur: 21:27