Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.03.2025 07:43

Veðrið: mánadagin 3. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, fyrrapartin stundum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Sum frálíður seinnapartin frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Í nátt frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, stundum hvassur vindur 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Sum frálíður fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, stundum skrið 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum +3 og + 7, í nátt og úteftir millum +5 og +9 stig.