Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Eitt skiftið seinnapartin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Í kvøld frískur vindur upp í strúk sunnan, í nátt eitt skiftið av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 6 til 9 stig, í morgin 7 til 9 stig, í støðum upp í 11 stig.
Sólarris: 06:53 Sólsetur: 20:10