Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.02.2025 08:20

Veðrið: mikudagin 19. februar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seint seinnapartin frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Í nátt frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Fyrrapartin í morgin, frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Hitin millum +5 og +8 stig.