Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað, sólglottar ella sól og turt. Sum frálíður seinnapartin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, og samdrigið og okkurt ælið. Eitt skiftið hvassur vindur norðanfyri, 15 m/s. Í kvøld støkkur vindurin upp í útnyrðing, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Sum frálíður klárt og yvirhøvur turt. Í nátt lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt. Í morgin lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, yvirhøvur klárt, sól og turt. Hitin 6 til 9 stig, í støðum upp í 12-13 stig seinnapartin. Í nátt 1 til 6 stig, í hæddunum møguliga undir frostmarkið. Í morgin 5 til 7 stig.
Sólarris: 06:46 Sólsetur: 20:16