Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2024 06:42

Veðrið: mikudagin 20. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.

Strúkur í vindi upp í skrið norðan og av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum frá líður veksur upp í skrið ella stormur av útnyrðingi, 18 til 23 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl. Í kvøld minkar vindurin. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.