Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.02.2025 07:34

Veðrið: mikudagin 26. februar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Lot til frískt lot um útsynning, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk vestan ella av útysnningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn, í støðum vátakavi ella heglingur, út á kvøldið ælaveður. Hitin í dag millum 2 og 6 stig.

Hósdag fyrrapart frískur vindur upp í strúk vestan ella av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum heglingur. Hitin 4 til 8 stig.