Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lot til frískt lot sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í nátt minkar vindurin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, og fyrrapartin í morgin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 6 til 10 stig.
Sólarris: 06:09 Sólsetur: 18:57