Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískan vind til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Í kvøld skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s. Í nátt minkar hann vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 9 stig.