Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.11.2024 09:03

Veðrið: mikudagin 6. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Eitt lágtrýst í Norðuratlantshavinum fer spakuliga norðureftir, og brúgvalag haðni fer fram við Føroyum í nátt.

Mikudagin fer eitt annað lágtrýst í Norðuratlantshavinum væntandi í ein norðan. Brúgvalag haðani fer fram við Føroyum mikukvøldið, og eftir hetta verður væntandi slavið rák av suðuri hósdagin.

Fríggjadagin fer eitt lágtrýst væntandi at taka seg upp yvir Skotlandi við brúgvalagi tætt við Føroyar eitt skifti. Í vikuskiftinum fer nýtt lágtrýst í Norðuratlantshavinum væntandi at dýpast og fara í ein landnyrðing ímóti Føroyum.