Veðurstova Føroya
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað, møguliga onkur sólglotti, og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Í nátt veksur vindurin líðandi upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Sum líður á fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað, kanska onkur sólglotti og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig, í støðum upp í 11 stig.
Sólarris: 06:23 Sólsetur: 20:35