Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2025 08:48

Veðrið: sunnudagin 12. januar

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Turt og onkur sólglotti, men sum frá líður verður samdrigið og stundum regn, seint í kvøld samregn.
Mánadag fyrrapart frískur vindur upp í strúk ella hvassan vind av útsynningi, 8 til 15 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið, sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.