Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Frískur vindur upp hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s; samdrigið og ælaveður. Miðskeiðis seinnapartin snarar vindurin upp í vestan og minkar nakað eitt skiftið; frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld veksur vindurin sum frálíður upp í frískan til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Í nátt hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga við vátakava. Fyrrapartin í morgin, strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Hitin +6 til +9 stig, í nátt og í morgin +3 til +7 stig.