Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, klárt og sól, í støðum smáskýggjað. Sum líður á fyrrapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt við sól ella sólglottum. Út á seinnapartin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, ádrigið, og sum frálíður okkurt ælið. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seint í kvøld minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, ælaveður, og ættin fer upp í vestan. Í nátt gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin úr 1 stigi upp í 7 stig.
Sólarris: 06:19 Sólsetur: 18:49