Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2025 08:53

Veðrið: sunnudagin 27. apríl

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Fyrrapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og tað verður longri ímillum ælini. Í kvøld minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind av útsynningi ella vestan, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Í nátt og fyrrapartin í morgin, lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, tað verður smáskýggjað og bert okkurt einstakt ælið. Hitin 6 til 11 stig.

Sólarris: 05:25 Sólsetur: 21:24