Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2024 08:07

Veðrið: týsdagin 12. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið, mest vestanfyri. Seinnapartin veksur hann upp í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s, og sum frálíður fer at regna. Í kvøld slítur í, og hann gongur upp í vestan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í nátt hvassur vindur ella skrið vestan, 13 til 18 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 13 stig.