Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2024 09:23

Veðrið: týsdagin 17. desember

Mynd: Eysturoyarportalurinn

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Lot til frískt lot um sunnan, 3 til 8 m/s, hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið. Sum frá líður dregur á luftina og tað fer at regna sunnaneftir. Út á seinnapartin veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s, sum í kvøld gongur upp í eystan. Mikudag fyrrapart veksur hann vindin til frískan vind til hvassan vind um norðan ella útnyrðing, 10 til 15 m/s. Framvegis samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.