Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2024 07:30

Veðrið: týsdagin 19. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan og av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Smáskýggjað og kavi ella kavaæl. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Hálvskýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.