Runavíkar kommuna boðar frá at, í samband við fyrireikingar til asfaltering av Skálavegnum, fer grevstur at órógva ferðsluna og parkeringsviðurskifti komandi vikurnar.
Grevstur verður gjørdur í samband við at leggja fipur, umvæling av regnvatn- og kloakkleiðingum.
Tá grevsturin er avgreiddur, verður Skálavegurin asfalteraður frá vegamótinum Skákið til Gjógvará.