Grein
Herfyri setti eg Djóna N. Joensen, landsstýrismanni nakrar spurningar um hetta at útbúgva fleiri til at undirvísa í hesi serstøku lærugrein.
Og eg var eitt sindur kløkk av svarinum, sum sigur:
“Tað er eingin ítøkilig ætlan í løtuni at seta somu útbúgving í gongd aftur, sum hevur verið gjøgnumførd.”
Væl veit eg, at onkrar avbjóðingar hava verið við hesum leistinum, men eg vildi hildið, at mann júst skuldi strongt á at sett hana í gongd aftur – við tillagingum, ongantíð ov skjótt.
Hinvegin vísir landsstýrismaðurin til ein eftirútbúgvingarleist, sum hevur verið ávegis í rúma tíð. Inni í hesi skipan ætla tey at bjóða út eitt skeið, sum telur 7,5 ECTS, um at undirvísa í føroyskum sum annaðmál (FSA) á heysti 2025 og eitt afturat á vári 2026. Eg lesi tað so, at talan er um tvey ymisk modul, sum Námsvísindadeildin bjóðar, og sum snúgva seg um førleikan at undirvísa í FSA. Men eg ivist eitt sindur í, hvat liggur í hesum.
Síðani verður sagt, at ein eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál verður fyrireikað, har hesi omanfyrinevndu skeið eru partur. Men einki verður sagt um vavið av eini slíkari útbúgving, og eg siti eftir við spurninginum, um undirvísingarførleiki í FSA verður raðfestur nóg høgt?
Vit hava fyri stuttum fingið eina lóg um FSA, har § 4 pkt.3 sigur, at “landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um: Førleikakrøv til lærarar, sum undirvísa sambært hesi løgtingslóg”. Eg eri av teirri sannføring, at her eiga vit heldur at seta hægri krøv enn lægri, tí vit hava ‘eitt skot í byrsuni fyri hvønn persón, sum kemur á skeið at læra seg føroyskt (sum annaðmál). Og vit hava eisini bara eitt skot í byrsuni, tá um okkara mál, føroyskt ræður.
Tað er sera týdningarmikið fyri starvsleiðina hjá einum tilflytara í Føroyum og fyri hansara integratión, at vit sum samfelag veita eina javnt dygdargóða undirvísing við sterkum fakligum førleika í júst FSA – ikki minst rættað ímóti vaksnum. Tí viðkomandi má seta tíð og fíggjarliga orku av, til at læra seg føroyskt.
Her mugu vit ikki slaka, tí tað verður til skaða fyri tilflytaran og fyri føroyskt mál og føroyska mentan, um ikki FSA-skútan kann sigla við fullum seglum.
Eg havi bitið merki í, at Føroyamálsdeildin hevur lýst við einum adjunkt-ella lektarastarvií føroyskum sum annaðmáli á Føroyamálsdeildini. Hetta ljóðar áhugavert og gott hevði verið at frætt nærri um, hvussu allur samanhangurin er.
Eg fari at heita á landsstýrismannin um at fylgja gongdini í hesum málinum neyvt! Hetta er háaktuelt, nú eisini integratiónslóg er løgd fyri løgtingið og kemur til 1.viðgerð hósdagin.
Spurningar og svar kunnu lesast her:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10994