Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2024 13:40

Verkafólk forðaðu fyri hjá Kreton

Mynd: Eysturoyarportalurin

Fyri løtu síðani forðaðu verkfólk fyri, at bilar hvørki sluppu út ella inn á arbeiðsplássið hjá fyritøkuni Kreton, sum heldur til í Norðragøtu.

Hetta kemur nokk í kjalarrvørrinum av tí sum hendi í morgun, har Sonja Jógvansdóttir segði at tey nú fóru at herða verkfallið.

Løgreglan var boðsend og fekk tala partarnir til sættis, soleiðis at fólkið og bilar, fluttu seg, og arbeiðið hjá fyritøkuni sostatt kundi halda áfram ótarna.