Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.11.2023 13:37

Veteranurin hevur ongan sáttmála til komandi ár

Mynd: Egin Tollaksson Kass

Málrevurin við 120 málum í Betri deildini, Finnur Justinussen, stendur uttan sáttmála til komandi ár.

Finnur, sum er vorðin 34 ára gamla, og er ein av mest skorandi leikarum í føroyskum fótbólti, stendur nú sáttmálaleysur eftir at sáttmálin við Víking gekk út fyri nøkrum vikum síðani.

Jú tað er rætt. Eg havi ongan sáttmála komandi ár, sigur Finnur Justinussen við Eysturoyarportalin.

-Enn er alt óvist. Eg havi ikki práta við nakran síðani kappingin endaði. So eg veit ikki hvussu verður hjá mær komandi ár, sigur Finnur í stuttar viðmerking.

Finnur Justinussen stendur sambært Faroesoccer at hava leikt 239 dystir og skotið 120 mál í Betri deildini. Øll fyri barnsdómsfelagi í Eysturkommunu.

Hann hevur áður leikt uttanlands, har hann hevur umboða Næstved BK, Fremad Amager og Jønkøping Sødra.