Tað fer at verða nakað av vindi í kvøld og og fer tað at halda áfram restina av kvøldinum og í morgin.
Í tí sambandi heitir Eysturkommunu á allar sínar borgara um at rudda alt leyst burtur, og at tryggja lutir, sum liggja leysir uttanfyri húsini, t.d. trampolinir og havastólar o.a. sum kunnu verða til ampa, nú veturin nærkast av álvara.
Um tað er onkur borgari sum hevur brúk fyri hjálp, antin at tryggja lutir ella surrað okkurt fast, so kunnu tey ringja til átaksleiðarin á tlf. 730114.