Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.07.2024 13:17

Video: Ræðandi aktivistar í Gøtu

Mynd: Eysturoyarportalurin

Eftir at grindin var hildin til á Syðrugøtusandi tíðliga í morgun, so sóust beinanvegin at útlendingar, serliga frá Sea Shepard, sum vóru og eygleiddu drápið.

Og eftir at sjálvt drápið var liðugt, var stilla upp til ræðumyndatøkur, har ein maður í blóðdálkaðum sláturklæðum stóð við sóknarongli og royndi at øsa og erta føroyingar.

Løgreglan var á staðnum og syrgdi fyri at alt gekk friðaliga fyri seg. Hóast mong ynsktu fremmandafólki vekk at staðnum.

Eisini, eftir at hvalirnir vóru sleipaðir yvir á kajina á Norðragøtu, vóru somu fólk og gjørdu vart við seg.

Sum sæst á videoupptøkunum, so er hetta sera ófrættakent og ikki mikið ræðandi, at ein blóðdálkaðurmaður gongur mitt á gøtuni við sóknarongli í hond.